Í viku 44 tekur skúlin lut í átakinum Nærveruvikan, har vit leggja dent á samveru uttan skíggjanýtslu.
Betri Trygging hevur seinastu vikurnar, saman við Heilsustýrinum, varpað ljós á ovurnýtslu av skíggjum og á, hvørjar avleiðingar hon kann hava. Hetta átakið kallast SkíggjaSunn.
Hesa vikuna vilja vit leggja dent á nærveruna og royna at vera meira til staðar – bæði í skúlanum og heima. Vit heita á øll, bæði næmingar, foreldur og starvsfólk, um at leggja skermarnar frá sær eina løtu og geva pláss fyri veruligari samveru.
Á heimasíðuni hjá Betri Trygging verður m.a. nevnt, at vit í dag brúka 40% minni tíð saman við øðrum enn fyri 10 árum síðan, at 75% av okkum hava telefonina við sær til borðs og at 91% hava telefonina við innar í song. Tað minnir okkum á, hvussu týdningarmikið tað er at leggja dent á nærveruna.
Til átakið hava vit fingið ein stóran pakka við spølum frá Betri Trygging, sum vit fara at nýta gjøgnum vikuna – hjartaliga takk fyri tað!
Les meira um átakið her: